Eftirskúlanum Flyvesandet
Faklig vegleiðing, persónlig menning og sterk kensla av felagsskapi.

Góð uppliving alt árið

Eitt minnið fyri lívið Eitt ár á eftirskúla, verður ongantíð eitt vanligt ár. Harafturímóti er tað eitt ár, ið er fylt við góðum upplivingum, nýggjum vinarløgum, spennandi frálæru og einari rúgvu av stuttligum avbjóðingum, uttanlandaferðum og nógv afturat. Stutt sagt – eitt minnið fyri lívið!
Eftirskúlin Flyvesandet liggur í sera nátturuvøkrum umhvørvið á Norðfyn, tætt við Egebjerggård. Umhvørvið er umgyrt av skógi og bøi og liggur stutt frá sjóvarmálanum við Kattegat. Her fyrigongur ein stórur partur av okkara frálæru og aktivitetum og hetta sæst týðiliga aftur á linjugreinini “Friluftstilbud”.
Velur tú at byrja á eftirskúlanum Flyvesandet, velur tú ein lítlan almennan eftirskúla, ið rúmar 68 næmingum. Vit hava sera dugnaligar lærarar, bæði fak- og linjufakslærarar. Afturat hesum eru onnur starvsfólk á skúlanum ein stórur partur av gerandisarbeiðinum og somuleiðis eisini tá tað kemur til næmingasamband.

Sum næmingur á Eftirskúlanum Flyvesandet fært tú m.a. hesar førleikar:
Stutt um linjugreinarnar á skúlanum:

Fiskalinjan
Á hesari linjugreinini fiska vit sjálvandi nógv. Vit royna ymsar mátar at fiska og fara í alskyns vøtn at royna eftir ymsum sløgum av fiski. Vit leggja okkum eftir at læra um ymiskan fisk, eitt nú um gýtingarplássini hjá sjósílinum og yvirhøvur um grundleggjandi førleikarnar til útbúgvingina sum ferðaleiðari innan fisk.
Afturat fiskarínum, fara vit eisini at læra at knýta flugur, gera pilkar og annað, sum hoyrir fiskiskapi til. Og sum nakað heilt serstakt, fara vit í vetrarmánaðanum at arbeiða við at umvæla bátin hjá skúlanum. Við hesum fáa næmingarnir kunnleika um bátin og somuleiðis eisini handaligar førleikar.

Veiðulinjan
Á hesari linjugreinini arbeiða vit við grunleggjandi førleikunum at veiða villini djór og læra somuleiðis, hvussu tú handfer eitt vápn, hvussu tú metur um fjarstøðu, hundavenjing og etikkin við veiðu. Vit hava okkara egnu veiðuumhvørvi, ið vit skulu røkta og nýta til veiðu, tá tann tíðin kemur.
Næmingar á eftirskúlanum Flyvesandet kunnu fáa veiðuloyvi og byrsuloyvi og somuleiðis fáa vegleiðing í bæði høglbyrsu- og rifluskjóting soleiðis, at næmingarnir veruliga fáa góðar førleikar í at skjóta.
Danska veiðuloyvið, ið tú fær møguleika at ogna tær á skúlanum, gevur møguleika til veiðu í nógvum londum runt heimin.

Hestalinjan
Her fær næmingurin eina gjølla vegleiðing í hvussu tað er at hava hest. Hann lærir m.a., ymiskar mátar at ríða á íslendskum hestum. Hetta verður gjørt í vøkru náttúruni, har skúlin liggur. Skúlin hevur hestar, so tí er tað ikki eitt krav, at tú eigur ein hest fyri at kunna velja hesa linjuna.

Bogaveiða
Hóast bogaveiða er ein hin elsti mátin at veiða, er hesin veiðuháttur betur umtóktur enn nakrantíð. Alsamt fleiri velja at fáa sær bogaveiðuloyvi á Eftirskúlanum Flyvesandet.
Afturat bogaskjóting hava vit fjarstøðuvenjing, læra mannagongdina fyri veiðu og somuleiðis venja vit eisini konditións- og styrkivenjing.

Matur og mentan
Natúrligur matur er linjan, har vit skulu hava ymiskt royndarvirksemi, hugsa kreativt og gera góðan mat av rávørunum, ið hvør árstíð hevur at bjóða. Vit lata okkum hugkveikja av og nýta tað, ið náttúran hevur at bjóða. Næmingarnir skulu heinta urtir, soppar, ber og grønmeti úti í skógini og á strondini. Umframt at gera mat, kanna vit eisini hvar rávørurnar stava frá og hyggja nærri at teimum sigum og mentanum, ið ofta fylgja við matinum.

Valfak
Afturat teimum vanligu fakunum, hevur Eftirskúlin Flyvesandet nøkur valfak. M.a. ymisk sløg av ítrotti, so sum renning, fótbóltur, styrkivenjing og yoga. Harumframt er tað eisini møguligt at velja boðaskjóting, skjóting, veiðufrálæru, matgerð, miðlafak, foto/video, arbeiði hjá húsavørði, tónleik, týkst og nógv afturat.
set teg í samband við okkum
Stjórin á skúlanum eitur Pavia Haaber Jakobsen
Til ber at at ringja til skúlan á tlf: 0045 51 17 27 10
Til stjóran á tlf: 0045 51 17 27 20
Ella við at skriva ein teldupost til skúlan kontor@flyvesandet.dk

Norðurlendskt felagsskap í verki
Eftirskúlin Flyvesandet hevur starvsfólk, ið hava arbeitt í fólkaskúlum í Grønlandi og í ymiskum eftirskúlum har, so sum á eftirskúlanum í Kujataani, Maniitsup, Villads Villadsen. Harafturat hava vit eisini starvfólk úr Føroyum.
Vit hava drúgvar og góðar royndir av at arbeiða við ungum úr norðurlondum, og kunnu vit tískil geva teimum betur innlit í, hvat tað merkir at koma harfrá til Danmarkar og hvørjar avbjóðingar kunnu standast av hesum soleiðis, at hesi ungu, kunnu fáa eitt so gott ár, bæði í Danmark og á eftirskúlanum, sum til ber.
Eftirskúlin Flyvesandet hevur gott samstarv við Det Nordisk Atlantiske Hus, ið er eitt felags hús fyri áhugamálunum hjá Norðurlondum í Odense.
Er du klar til
dit livs oplevelse?
Efterskolen Flyvesandet optager elever i 8. – 10. klasse. Vi har fire linjefag: jagt, fiskeri, outdoor, Nordisk friluftsliv og hestelinje.